140x140

Kyoto-protokollin

Skjótt varð greitt, at útlátið av vakstarhúsgassi framvegis vaks um allan heim. Tí varð neyðugt at gera bindandi avtalur, sum tryggjað, at neyðug tiltøk fyri at tálma veðurlagsbroytingunum verða sett í verk. 
 

Aftan á drúgvar samráðingar varð Kyoto protokollin undirskrivað á triðju partsráðstevnuni undir veðurlagssáttmálanum, COP 3, í japanska býnum Kyoto hin 11. desember 1997. Protokollin fekk gildi hin 16. februar 2005.

Sambært protokollini skulu tey framkomnu londini, tey sokallaðu annex-I londini, minka útlátið av vakstarhúsgassi við ávísum %-parti í mun til støðisárið 1990. Miðalminkingin í útlátinum fyri øll annex -I londini í tíðarskeiðnum 2008 til 2012 er 5,4 % í mun til 1990. Hvørt einstakt land hevur ymiskar skyldur at minka útlátið.

Umframt at minka um útlátið í heimlandinum, kunnu annex-I londini stuðla skipanir, sum minka um útlát í øðrum londum, eitt nú londum í triðja heiminum, og harvið uppfylla partar av sínum skyldum sambært protokollini. Eisini kunnu lond handla við CO2 kvotum sínámillum.

Føroyar eru ikki fevndar av Kyoto protokollini, og hava tí ongar skyldur sambært henni.



Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo

Kyoto-protokollin